Yrkisdagur 2019

26. novembur er evropeiskur heilsurøktaradagur.

EPN er felagsskapur fyri yrkisfeløg hjá heilsurøktarum í Evropa. Á hvørjum ári verður 26. novembur markeraður upp á ymiskar mátar í limalondunum.

Í føroyum eru nærum 400 heilsurøktarar í starvi á heimum, stovnum og deildum kring landið. Limatalið hjá Heilsurøktarafelagnum er rættiliga støðugt hóast vit í føroyum hava útbúgvið beint undir 20 heilsurøktarar um árið, seinastu 11 árini. Nøkur velja at útbúgva seg víðari til fysioterapeut, sjúkrarøktarfrøðing og líknandi eftir at hava nomið prógv sum heilsurøktari. Fleiri trívast væl í heilsurøktarastørvum, summi finna sær nissjur og onnur fáa sær serkunnleika á ymiskum økjum. Miðalaldurin hjá heilsurøktarum er høgur, men í mun til, tá útbúgvingin byrjaði her heima, síggja vit í dag, at tað legst afturat við ungum fólkum, ið velja heilsurøktarayrkið.

Undir heitinum heilsurøktari ganga eisini sjúkrahjálparar, pleygarar, røktarheimssassistentar og ítrivsvegleiðarar.

Heilsurøktarar veita vissu fyri grundleggjandi sjúkrarøkt og gerandisrehabilitering til sjúklingar og búfólk. Tey eru næst brúkaranum í dagligum samskifti og samstarvi, har tey í felag finna loysnir. Tey arbeiða fyribyrgjandi og heilsufremjandi í tvørfakligum samstarvi við sínar kollegar.

Yrkið er grundað á praktiska útbúgving við tilhoyrandi ástøði í somatikk, psykiatri og gerontologi, ið gevur eitt serligt innlit í ymsu geirarnar í heilsu- og almannaverki, sum í síðsta enda kemur brúkaranum tilgóðar. Nógv kann sigast um heilsurøktarar – at tey leggja dent á vælveruna hjá øðrum, hava hjartað á rætta stað ella eru krummtappurin í heilsuverkinum. Undir øllum umstøðum so er heilsurøktarayrkið stuttligt og gevandi; tað snýr seg um at veita stuðul, røkt og endurmenning til teirra, ið ikki einsamøll megna sítt lív vegna elli, sjúku ella brek. Ikki tveir dagar eru eins í røktini og nýggjar lívsroyndir leggjast afturat í øllum samskifti við onnur menniskju, og starvsøkið breiðir seg út yvir fleiri øki í heilsu- og almannaverki við brúkarum í øllum aldri.

Til lukku við yrkisdegnum, allir heilsurøktarar!