Yrkisdagur 2017

Í dag er evropeiskur heilsurøktaradagur. Men hvat er ein heilsurøktari, hvat dugur ein heilsurøktari og hvar arbeiða heilsurøktarar?

Vit hava fleiri starvsheiti, ið dekka yrki okkara. Fyrst vóru tað pleygarar, ið vóru útbúnir til at starvast á psykiatriskum sjúkrahúsdeildum, sjúkrahjálparar til somatisku sjúkrahúsdeildirnar, røktarheimsassisstentar og ítrivsvegleiðarar, sum millum annað starvaðust á ellis- og røktarheimum. Í 1990 bleiv alt broytt og útbúgvingin til heilsurøktara varð sett á stovn í Danmark, í 2008 vóru fyrstu heilsurøktararnir útbúnir í Føroyum.

Útbúgvingin er ógvuliga praktiskt orienterað, við tað at umleið helvtin av útbúgvingarskeiðnum er ástøði og hin helvtin starvsvenjing. Harafturat er útbúgvingin býtt upp í tríggjar høvuðstættir, ið ástøðiligu- og praktisku partarnir eru bygdir rundan um. Ein triðingur snýr seg í báðum førum um eldrarøkt, ein um psykiatri og ein um somatiska sjúkrarøkt.  

Heilsurøktarar hava autorisatión, sum er prógv um eina heilsufakliga útbúgving, ið gevur ábyrgd og ávís rættindi og skyldur í virkseminum. Somuleiðis er autorisatiónin prógv um ávíst útbúgvingarstig og ávísar førleikar.

Skyldan at arbeiða við nærlagni, at vera samvitskusom/samur og vísa fyrilit, verður skerpað við eini autorisatión. Tað merkir, at tú kanst missa rættin at kalla teg heilsurøktara, um tú á einhvønn hátt misrøkir títt starv. Somuleiðis kann autorisatiónin verða tikin frá tær, um mistanki er um, at tú ert til vanda fyri sjúklingar ella borgarar.

Heilsurøktarar hava sostatt nakrar dygdargóðar fakligar førleikar innan heilsu- og umsorganarøkið, ið koma borgarum tilgóðar allastaðni, har tey stødd í heilsuverkinum, á almannaøkinum og í eldrarøktini. Tað er heildarrøktini, arbeitt verður útfrá, fyri at vera við til at gera dagligdagin innihaldsríkan og virðiligan hjá teimum, sum á einhvønn hátt eru skerd í sínum førleikum í eitt tíðarskeið ella varandi.

Hvat ger ein heilsurøktari, hvussu er tað at vera heilsurøktari og hvørjar eru størstu avbjóðingarnar við at arbeiða í heilsuverkinum? Hetta lata vit heilsurøktarar á bústovnum, sambýlum, á sjúkrahúsdeildum og sosialpsykiatriskum átøkum lýsa við egnum orðum á heimasíðu okkara heilsuroktarafelagid.fo og á facebooksíðunu hjá Heilsurøktarafelagnum í vikunum rundanum  dagin í dag.

Øllum heilsurøktarum verður ynskt ein góðan yrkisdag 2017. Við tykkara breiðu fakligu vitan og  førleikum, gera tit mun!