Vit styrkja netverkið

Nýggja nevndin í EPN fegnast um framúr góðu ráðstevnuna í Føroyum í summar og er samd um at styrkja netverkið komandi árini.

Vit fingu sera góðar afturmeldingar um ráðstevnuna um arbeiðsumhvørvi og lívlanga læru, sum var varð hildin í Føroyum í summar. Luttakararnir róstu væl tilrættisløgdu fundunum, fjølbroyttu fyrilestrunum og góðu hølisviðurskiftum. Tey lótu eisini væl at matinum og góða veðrinum, sum vit vóru so heppin at hava sum viðspælara í døgunum, tá okkara evropeisku starvsfelagar vóru á vitjan her. Harafturat fegnaðust tey um samansjóðandi borðhaldið, sum  var væl kryddað við tónleikainnsløgum, røðum og føroyskum dansi.
Á heystfundinum í Keypmannahavn vóru landsfrágreiðingar frá limalondunum lagdar fram við nýggjastu tíðindunum, ið feløgini mettu hava stórstan týdning í heimlandinum í løtuni. Sum so mangan vóru fleiri evni, ið limalondini hava sum felagsavbjóðing, eitt nú útbúgving, arbeiðsumhvørvi, arbeiðstíð, útvegan og varðveitsla av skikkaðum starvsfólkum.
Málini fyri nýggju nevndina í EPN verða millum annað at varðveita og styrkja netverkið, at skifta orð um okkara royndir, varpa ljós á tær góðu søgurnar og virka til frama fyri rekrutering.

Limalondini í EPN eru Føroyar, Ísland, Danmark, Luxemburg, Finland, Noreg og frá 1. januar í 2019 eisini Svøríki.