Vit heita á allar limir okkara um at halda almennu tilmælini


Vit vilja heita á allar limir okkara um at halda almennu tilmælini, fylgja væl við í almennu tilbúgvingini gjøgnum Kringvarp Føroya og ansa væl eftir tykkum sjálvum og teimum, tit eru um til dagligt. 
 
Í samband við, at koronusmittan aftur breiðir seg í Føroyum, hava vit fyribils ongar seravtalur gjørt við Fíggjarmálaráðið ella Kommunala arbeiðsgevarafelagið um broytingar í arbeiðsætlan, yvirtíð ella líknandi, sum vit sóu seinast. 
Heldur ikki eru serlig tilmæli gjørd okkum kunnug um, hvussu starvsfólk í heilsu-  og umsorganarøkinum í løtuni skulu fyrihalda seg í mun til møguligar smittukeldur og arbeiði. 

Tað er týdningarmikið, at tit fylgja teimum leiðreglum, ið eru á einstøku arbeiðsplássunum í samband við, at smittan er aftur í landinum og/ella evt á arbeiðsplássinum.

Vit skulu at enda minna á, at sáttmálin er í gildi, hóast umstøðurnar eru serligar. 

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum