Viðhald frá Løgtingsins umboðsmanni

Fyri einum ári síðani burturvísti Tórshavnar kommuna einum heilsurøktara úr starvi sínum, tí heilsurøktarin hevði verið á einum teoretiskum skeiði og til eitt tónleikatiltak, meðan viðkomandi var sjúkrameldað frá arbeiði sínum, og hevði ikki boðað deildarleiðara sínum frá hesum.

Heilsurøktarafelagið metti avgerðina vera ósakliga og als ikki lutfalsliga, umframt at handfaringin av málinum um burturvísing og av starvsfólkinum somuleiðis vóru ósaklig.

Tí tók Heilsurøktarafelagið stig til at kæra avgerðina og handfaringina til Løgtingsins umboðsmann. Nú er niðurstøðan so gjørd, og samanumtikið gevur Løgtingins umboðsmaður Tórshavnar kommunu eina átalu fyri handfaringina av hesum máli. Umboðsmaðurin biður somuleiðis Tórshavnar kommunu um at taka viðgerðina av hesum máli uppaftur og lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum. 

Kæran snýr seg um, at Tórshavnar kommuna burturvísti einum heilsurøktara, tí hon hevði verið á skeiði og í dansi, meðan hon var sjúkrameldað.

Tórshavnar kommuna metti, at kærarin hevði mishildið arbeiðstreytir sínar við at fara á skeið í eina viku uttan at boða deildarleiðaranum frá, at hon kendi seg so birga, at hon kundi luttaka á einum skeiði. Tórshavnar kommuna vísti á, at kærarin átti at havt biðið um loyvi frá deildarleiðaranum til at fremja eina sonevnda “tekniska frískmelding”, meðan skeiðið vardi.

Løgtingsins umboðsmaður greiðir, í niðurstøðuni frá, at kærarin førir fram, at handfaringin av málinum og burturvísingin vóru ósakligar, at kommunan ikki reageraði rættstundis í samband við burturvísingina, at kommunan ikki reageraði lutfalsliga í mun til § 5, stk. 1 í starvsmannalógini, og at avgerðin hevði fyrisitingarligt brek viðvíkjandi meting, grundgeving og hoyring. Somuleiðis greiðir hon frá, at Tórshavnar kommuna metti eisini, at kærarin við sínum atburði hevði longt um sjúkralegu sína, og at talan var um grovt ósketni, vísandi til § 5, stk. 1 í starvsmannalógini.

Umboðsmaðurin vísir í niðurstøðu síni á, at burturvísing skal fremjast uttan drál. Tað er ikki gjørt í hesum málinum. Eisini kemur hon nærri inn á evnini flyting og ávaring, har greitt verður frá, at starvsrættarligt inntriv skal vera lutfalsligt, og, at í samband við burturvísing eigur ein meting at vera gjørd av, um burturvísingin er lutfalslig, ella um eitt annað og minni inntrívandi starvsrættarligt stig, sum t.d. ein ávaring er eitt meira hóskandi stig at taka. Í metingini eigur eisini at vera hugsað um, um starvsfólkið var í góðari trúgv.

Eftir at Heilsurøktarafelagið vegna lim sín hevði gjørt viðmerkingar til hoyringsskrivið frá Tórshavnar kommunu um burturvísing, bjóðaði kommunan heilsurøktaranum starv á einum øðrum líknandi stað við 3 mánaða royndartíð saman við eini ávaring. Hesum tilboðnum vildi starvsfólkið ikki taka av. Sum viðmerking til tað, sigur umboðsmaðurin, at enda í niðurstøðu síni, at hon heldur ikki, at kommunan, aftan á at hava bjóðað klagaranum flyting í annað starv við eini royndartíð á 3 mánaðar og eina ávaring, kann fremja tað strangara starvsrættarliga stigið, sum ein burturvísing er. Tí um kommunan metti, at atburðurin hjá klagaranum ikki kundi góðtakast, og at samstarvstrupulleikar vóru, átti kommunan í staðin at farið undir eina uppsagnartilgongd á hesum grundarlag.