Vegleiðaraskeið á Heilsuskúla Føroya

Vegleiðaraskeið verður í viku 36 og 38

Heilsuskúlin lýsir nú við vegleiðaraskeiði í heyst. Skeiðið er fyri vegleiðarar hjá næmingum frá Heilsuskúla Føroya í vikunum 36 og 38. Báðar vikurnar eru kravdar. 

Við tilmelding skulu upplýsast útbúgving og arbeiðspláss hjá skeiðsluttakara.

Skeiðið er ókeypis, men luttakarar rinda sjálvi fyri kost og uppihald.

Bindandi tilmelding innan 15. mai á heilsuskulin@skulin.fo

Meira kann lesast um skeiðið á heimasíðu skúlans