Valgreinar

Nú nærkast av álvara til ársaðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum verður, og harvið eisini nevndarvalið. 

Til ber hjá limum at kunna seg um valevnini her á heimasíðu felagsins. Vit leggja fyrstu valgreinina út í dag.

Tveir nevndarlimir skulu veljast á aðalfundinum fríggjadagin. Annar av nevndarlimunum, sum standa fyri vali, stillar ikki upp aftur.

Sostatt skulu fólk veljast í nevndarsessirnar hjá Birnu Vágslíð og Maluni Hansen. Birna stillar ikki upp aftur og Malan er tilreiðar at taka við afturvali og stillar tískil uppaftur.

Lillian Poulsen og Linda Arnfríðardóttir, sum báðar eru álitisfólk hjá Heilsurøktarafelagnum, stilla somuleiðis upp til nevndarval.

Hesar tríggjar fara í hvør síni valgrein her á heimasíðuni at siga okkum frá seg sjálvar og greiða frá sínum áhugamálum í samband við fakfelagsarbeiði.

Góðan lesihug!