Valgrein - Malan

Eg eiti Malan Hansen, eri fimti ára gomul og eigi trý børn.

Høvuðsorsøkin til, at eg bjóði meg fram aftur til nevndarval er, at eg ynski at betra um korini hjá okkara limum sum arbeiða í psykiatriini, endurskoða útbúgvingina og menna endurútbúgvingarmøguleikarnar hjá heilsurøktarum.  

Eg tók prógv sum heilsurøktari í jan. 2001.

Eftir lokna útbúgving havi eg starvast á medisinskari deild og í Psykiatriini, har eg starvist enn.

Eg havi verið álitisumboð og havi verið í nevndini í Heilsurøktarafelagnum samanlagt 4 ár. Fyri hvørt ár í nevndini havi eg kent meg betri ílatna til hetta arbeiðið. Tí er tað við góðum treysti, at eg bjóði meg fram til eitt skeið afturat.

Við seinastu sáttmálasamráðingar fingu vit gjørt týðandi batar fyri limir okkara í psykiatriini. Hetta arbeiðið má halda áfram, og vit mugu blíva við at varpa ljós á arbeiðsumstøðurnar hjá heilsurøktarum.
Eisini hava vit saman við arbeiðsgevarum og politiska myndugleikanum verið við til at at fáa undirtøku fyri evnum, so sum styttari arbeiðsviku og útbúgving av fleiri røktarstarvsfólkum.
Hóast tað ikki er komið á mál við júst hesum fokusøkjunum, so hava vit flutt tað eitt stig víðari við tað, at uppskot hava verið í tinginum og fleiri eru ávegis.
Eisini á útbúgvingarøkinum hava vit sett okkum sum mál at gera batar, og her seta vit í løtuni sjøtil á eitt spennandi arbeiði við at fáa í lag eftirútbúgvingar fyri heilsurøktarar. Møguleikar okkara fyri skeiðsvirksemi og víðari útbúgving mugu og skulu somuleiðis gerast betri.

Vit hava lagt stóran dent á gott samstarv við álitisfólkini, har vit hava gjørt nógv burturúr at skúla tey við viðkomandi skeiðum, áhugaverdum ískoytum til álitisfólkafundirnar og haft tey við í ymiskum, nevndin hevur arbeitt við so sum átakinum til seinasta løgtingsval og kunning í samband við sáttmálasamráðingar.

Ynskiligt er at vit fara frá at arbeiða annahvørt vikuskifti til triðjahvørt vikuskifti, og at arbeiðsvikan verður stytt til 37 tímar.

Gransking vísur, at tað er skaðiligt fyri okkara limir at arbeiða í skiftisvaktum, tí er umráðandi, at vaktarskipanin verður løgd soleiðis tilrættis, at hædd verður tikin fyri, at avmarka skaðiligu árinini av skiftisvaktum mest møguligt.

Eisini hava vit haft fokus á eldrarøktina við m.a. einum fyrlestri í Finsen, og er ætlanin at hava líknandi fyrilestur aftur áðrenn summarferiuna og tveir afturat í heyst.
Tíðin er komin til at styrkja hendan bólkin og tryggja okkara limum sum starvast innan økið betri arbeiðsumstøður.
Eisini er ætlanin at fara at vitja runt í landinum, og at gera eina trivnaðarkanning.

Styrkin í einum fakfelag er, at limirnir standa saman, tí er alneyðugt at vit styrkja samanhaldið í felagnum.

Vit mugu framhaldandi arbeiða fyri, at gera Heilsurøktarafelagið meira sjónligt í samfelagskjakinum.

Havi at enda hug at nevna H-Bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum væntandi verður vígdur um ársskiftið, og sum verður eitt stórt framstig fyri psykiatriina.
Hetta kann verða við til at styrkja um okkara samleika og geva limum okkara nýggjar spennandi avbjóðingar.

Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái møguleikan at halda fram í nevndini.

Gott val!

Malan Hansen