Valgrein - Lillian

Eg eiti Lillian Poulsen, eg eri 33 ár og arbeiði sum heilsurøktari í heimatænastuni hjá Tórshavnar Kommunu, har eg havi starvast síðan februar 2020, og eg stilli upp sum nevndarlimur hjá Heilsurøktarafelagnum tann 16. apríl 2021. 

Eg bleiv útlærd sum heilsurøktari í januar 2020, beint áðrenn korona av álvara byrjaði at gera um seg.
Mær dámar sera væl at arbeiða úti í økinum. Tað er eitt ávíst frælsi í at koyra úti og gevur einum nógva ábyrgd.
Tá man arbeiðir so sjálvstøðugt, sum man ger í heimatænastuni, er tað sera týdningarmikið at hava ein góðan starvsfólkahóp, sum ein kann heita á, tá á stendur.

At lyfta í felag, er nakað eg raðfesti høgt; at øll kenna seg hoyrdan og samanhaldið verður virt fyri at økja um arbeiðstrivnaðin og harvið arbeiðsdygdina.

Eg eri sera errin av okkara faki og brenni fyri at vera við til at gera ein mun, soleiðis at vit verða meiri hoyrd og sædd á starvsplássunum og í samfelagnum yvirhøvur, og kunnu lyfta fakið í felag.

Eg havi nógv mál í huga, ið eg kundi hugsað mær at arbeitt við í fakfelagshøpi.
Tey eg velji at varpa ljós á, eru millum annað, at arbeiða meiri fyri, at Heilsurøktarafelagið verður meiri sjónligt í samfelagnum, á sosialum miðlum og røkkur út til fleiri fólk, fyri vísa á, hvat heilsurøktarafakið er og hvørjir okkara førleikar eru innan heilsu- og umsorganarøkið, og harafturat vónandi eggja fleiri til at gerast heilsurøktarar.
Eg vil, at Heilsurøktarafelagið kemur út á starvsplássini og møtir okkara limum, fyri at hoyra tær veruligu søgurnar úr tí veruliga lívinum.

Eg ynski eisini at vera við til at arbeiða fyri, at lækka fulltíðar arbeiðsvikuna úr 40 tímum um vikuna til 37 tímar um vikuna.
Hetta er eitt stórt arbeiði, ið ikki kemur eftir einum degi. Vit eru noydd til at rópa hart saman við hinum fakfeløgunum, vera ágrýtin, virkisfús og krevja, at arbeiðsvikan verður lækkað, so at fleiri kunnu arbeiða á fulltíðar størvum á teimum kommunalu og almennu starvsplássunum.

Um tit velja meg til nevndarlim hjá Heilsurøktarafelagnum, fari eg av øllum alvi at arbeiða fyri hesum málum.

Við vón um vælvild

Lillian Poulsen,
valevni til nevndarlim hjá Heilsurøktarafelagnum