Væleydnað tiltak á torginum í SMS

Hósdagin 30. oktobur skipaði Heilsurøktarafelagið fyri einum tiltaki á Torginum í SMS.

Endamálið við tiltakinum var at varpa ljós á heilsurøktarar og teirra arbeiði og førleikar.

Á torginum kundu vitjandi fáa mátað blóðtrýstið og blóðsukrið. Somuleiðis greiddu heilsurøktarar frá sínum arbeiði og lótu fólki upplýsandi faldara um útbúgvingina til heilsurøktara, hvat heilsurøktarar gera og hvar teir arbeiða.

Á einari ginu í hvítum klæðum hingu lepar, har arbeiðsøkini hjá heilsurøktarum vóru skrivað á. Vitjandi kundu svara spurninginum "um heilsurøktarar kunnu geva heilivág", og vera við lutakastinum um eitt gávukort á 1000 kr. at brúka í handlum í SMS. (Svarið er ja og vinnarin er funnin og hevur fingið boð!)

Áhugin fyri tiltakinum var sera stórur og hetta fegnast vit um.