Væleydnað ráðstevna

Væleydnað ráðstevna um heilsurøktarar í tvørfakligum samstarvi

Umleið 100 fólk tóku lut á ráðstevnuni, sum Heilsurøktarafelagið og Heilsuskúli Føroya skipaðu fyri 25. februar í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Heitið á ráðstevnuni var Heilsurøktarar í tvørfakligum samstarvi – førleikar og arbeiðsuppgávur hjá heilsurøktarum. Endamálið við ráðstevnuni var at varpa ljós á førleikarnar hjá heilsurøktarum og geva áhoyrarunum íblástur til, hvussu heilsurøktarar í størri mun kunnu brúkast í ymsum arbeiðsuppgávum.

Ráðstevnan vendi sær serliga til stjórar, leiðarar og deildarleiðarar á øllum almanna- og heilsuøkinum og eldraøkinum, umboð fyri stovnar og feløg, løgtings- og kommunuumboð og umboð fyri Almannamálaráðið, Heilsu- og innlendismálaráðið og Mentamálaráðið – men var annars eisini opin fyri øllum áhugaðum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, setti ráðstevnuna (les røðuna her) og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, endaði ráðstevnuna við hesari røðuni.

Fyrilestrahaldararnir á ráðstevnuni vóru leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar úr Føroyum og Danmark:
Annette Larsen, leiðari fyri heimatænastuna Hasle, Rønne á Bornholm
Helle Lund, leiðari á røktarheiminum Falkenberg í Helsingør Kommunu
Synnøva Hansen, deildarleiðari á seingjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Kim Johansson, deildarleiðari á psykiatriskari deild 2221 í Hillerød
Dorte Hansen, deildarleiðari á F1, medicinsk seingjardeild á Bornholms Hospitali.

Tey fimm, sum hildu fyrilestur, greiddu frá, hvussu tey brúka førleikarnar hjá heilsurøktarum, og hvørjar arbeiðsuppgávur - herundir eisini serligar uppgávur - heilsurøktarar hava. Eisini tosaðu tey um førleikamenning og førleikaskriv og um leiklutin hjá heilsurøktarum á arbeiðsplássinum, og hvussu tvørfakliga samstarvið verður skipað, tá ið fleiri ymiskir starvsbólkar starvast á sama stað.

Felags fyri hesar leiðararnar var, at teir vóru sera tilvitaðir um at brúka førleikarnar hjá heilsurøktarum og allatíðina at menna teir, soleiðis at arbeiðsplássið fær sum mest burturúr sínum tilfeingi. Týdningurin av tvørfakliga samstarvinum millum heilsurøktarar og hinar røktarbólkarnar var eisini greiður. Heilsurøktarar hava sítt fokusøkið, sum millum annað er grundleggjandi røktin og sjúkrarøktin. Hetta ger at heilsurøktarar hava tætta sjúklinga- og avvarðandikontakt, og harvið eisini stórt innlit í sjúklingin og sjúklingagongdina.

Bæði leiðarin á Bornholm og Falkenberg tosaðu um pengar – at tá ið man setur starvsfólk, so má man taka við, at tað er dýrast at hava sjúkrarøktarfrøðingar í starvi. Tí má man brúka fakbólkarnar soleiðis, at tann sum kann loysa uppgávurna á fullgóðan hátt verður brúktur.

Heimatænastan á Bornholm
Í heimatænastuni á Bornholm fáa nærum 3.200 borgarar heimahjálp og/ella sjúkrarøkt í heiminum. 272 ársverk/359 starvsfólk eru í heimatænastuni. Har starvast 110 heilsurøktarar, 220 heilsuhjálparar og 13 sjúkrahjálparar og 16 ófaklærd. Í sjúkrarøktini starvast 74 sjúkrarøktarfrøðingar - 14 eru í dagtímunum gerandis knýtt at røktarsentrunum. 60 eru knýtt at heimarøktartoymunum og dekka oynna kvøld, nátt og vikuskifti. 

Heilsurøktararnir og –hjápararnir taka sær av allari sjúkrarøkt og røkt av borgarunum úti í heimunum, uttan tá talan er um kompliseraða sjúkrarøkt, sum krevur sjúkrarøktarfrøðing. Annars er leikluturin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum at samskipa, føra eftirlit, vegleiða og undirvísa. Sjúkrarøktarfrøðingurin syrgir fyri, at ymsu uppgávurnar verða býttar út eftir fakligum og persónligum førleikum hjá starvsfólkunum.

Stórur dentur verður lagdur á førleikamenning. Viðurskiftini hjá borgarunum broyast; t.d. kann ein borgari verða settur í ávísa heimaviðgerð av lækna, ella læknin ger týðandi broytingar heilivágnum. Sjúkrarøktarfrøðingurin metir um, hvørt heilsurøktarin skal lærast upp til nýggju uppgávurnar, og á tann hátt verða starvsfólkini í toyminum støðugt førleikament.

Førleikarnir hjá hvørjum einstøkum starvsfólki eru greinaðir, so tað er lætt og einfalt at finna rætta starvsfólkið til røttu uppgávurnar. Førleikaskriv og førleikaætlan eru eisini gjørd, og Annette gjørdi vart við, at hesi sjálvandi eru dynamisk og ofta mugu broytast, so tey hóska til nýggju kvalifikatiónirnar hjá starvsfólkunum. Starvsfólkini hava ábyrgd av at loysa egnar uppgávur í mun til teir førleikar, tey hava frá útbúgving og royndum, og tey kenna samstundis síni mørk og hava rætt og skyldu til at siga til og frá, um tey ynskja førleikamenning ella ikki halda seg megna eina uppgávu.

Plejehjemmet Falkenberg
Á røktarheiminum Falkenberg í Helsingør búgva 74 fólk. Sjúkrarøktarfrøðingar eru í ovastu leiðsluni (leiðarin, ein deildarleiðari og ein menningarleiðari). Heilsurøktarar eru t.d. eindarleiðarar, senturkoordinatorar, risikovegleiðarar og menningarvegleiðarar. Heilsurøktarar og –hjálparar taka sær av øllum sjúkrarøktar- og røktaruppgávunum. Eru ivamál um kvøldið ella náttina, ella um leiðslan ikki er á staðnum, so kunnu heilsurøktarar altíð seta seg í samband við akutttoymið í Helsingør kommunu fyri at fáa hjálp ella vegleiðing.

Nógv verður gjørt burturúr at førleikamenna starvsfólkið. Umframt professionel skeið o.t. hava tey eina mentor-skipan, har starvsfólkini undirvísa og menna hvønn annan við at taka útgongustøði í gerandisdegnum og avbjóðingunum í egnum starvi. Umframt sjúkrarøktarfrøðingarnar eru fleiri av undirvísarunum og vegleiðarunum heilsurøktarar og –hjálparar. Dentur verður tó ikki bara lagdur á útbúgving og fakligar førleikar, men eisini aðrar eginleikar, áhugamál og persónleika hjá tí einstaka starvsfólkinum. Starvsfólkini arbeiða tvørfakligt og sleppa at brúka allar sínar førleikar. Hetta skapar trivna fyri bæði starvsfólkini og búfólkini. Ikki minst skapar tað ró og samanhang í gerandisdagin fyri allar partar, at tey flestu starvsfólkini kunnu gera tær flestu uppgávurnar, heldur enn at tey í heilum mugu heita á starvsfólk við øðrum fakligum bakgrundum.

Røktarheimið hevur ógvuliga gott orð á sær og fingið sera góð skoðsmál – heilsutilsýnið frá Sundhedsstyrelsen er sera gott, vælnøgd búfólk og avvarðandi, høgur starvsfólkatrivnaður, lág frávera og fíggjarligt skynsemi.

Klaksvíkar Sjúkrahús
Á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru 25 seingjapláss blandað medicin og skurð. Á seingjardeildini eru 8 heilsurøktarar og 26 sjúkrarøktarfrøðingar. Synnøva Hansen er deildarleiðari. Hon tosaði m.a. um, hvussu tey skipa arbeiðið á deildini við serligum toymum (í løtuni eru trý toymi: akutttoymi, diagnosu/screeningstoymi og rehabiliteringstoymi). Heilsurøktarar eru saman við sjúkrarøktarfrøðingum í diagnosu/screeningstoyminum og rehabiliteringstoyminum.

Uppgávurnar hjá heilsurøktarum á seingjardeildini eru m.a. hesar:

Umsorgan- og røktaruppgávur
Grundleggjandi sjúkrarøkt
Persónligt reinføri
Munnrøkt
Mobilisering
Sárrøkt
Skjalfesta

Heilsufremjan og fyribyrgjandi átøk
Føðsla
Rørsla
Decubitusprofylaksa

Samskipan, vegleiðing og frálæra
Vegleiðari hjá næmingum
Útskrivan
Heimavitjan
Ergonomi

Psykiatrisk deild í Hillerød, sum er partur av region hovedstadens psykiatri
Kim Johansson er deildarleiðari á psykiatrisku deildini 2221 í Hillerød. Á opnu deildini er pláss fyri 16 sjúklingum. Trý av hesum plássunum eru “borgarastýrd”. Hetta merkir at ávís fólk, sum hoyra til Hillerød-umráðið, hava eina ordning sum ger, at tey sjálvi kunnu skriva seg inn, tá ið tey meina at tað er neyðugt. Hetta er ein roynd fyri fólk, sum fyrr vóru ofta innløgd og viðhvørt blivu tvingsilsinnløgd. Royndin higartil vísir, at hendan sjálvsábyrgdin er sera positiv fyri borgararnar, sum annars ofta vóru innlagdir. Tey eru sjáldnari innløgd, innleggingartíðin er stytt og tvingsilsinnleggingarnar eru minkaðar burtur í einki.

Á opnu deildunum starvast læknar, fysioterapeutar, sosialráðgevar, ein sálarfrøðingur, skrivarar, sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar. Í gerandisarbeiðinum meinar Kim ikki at sjúklingarnir síggja mun á tí sum heilsurøktarar og sjúkrarøktarføðingar gera. Øll starvsfólkini hava persónlig ábyrgdarumráðir. Heilsurøktarar starvast á jøvnum føti við sjúkrarøktarfrøðingar og eru eisini kontaktpersónar hjá sjúklingum og hava ábyrgd fyri sjúkrarøktini báði psykiskt og somatiskt. Í mun til kompleksu sjúkrarøktina kunnu heilsurøktarar altíð ráðføra seg við sjúkrarøktarfrøðing á deildini.

Heilsurøktarar hava eisini ábyrgd av sjúkrarøktarætlanum, eins og at tað verður dokumenterað í hesar. Saman við sjúkrarøktarfrøðingunum hava teir ábyrgd av dagligu rútmuni á deildunum og arbeiðsumhvørvinum. Á deildunum er altíð ein ábyrgdarhavandi sjúkrarøktarfrøðingur, sum man kan konferera við, um ávísir avbjóðingar stinga seg upp. Heilsurøktarar koordinera samanhangandi sjúklingaforløb. Um heilsurøktararnir hava kravda heilivágsskeiðið, kunnu teir dosera tann fasta heilivágin.

Í Hillerød hevur man í seinastuni útbúgvið heilsurøktarar til aktivitetskonsulentar.

Bornholms Hospital
Dorte Hansen, deildarleiðari, greiddi frá, hvussu hon brúkar heilsurøktarar á medicinsku deildini F1, har hon hevur verið leiðari í 13 ár. Deildin hevur pláss fyri 18 sjúklingum við neurologiskum sjúkum (t.d. blóðproppi í heilanum) og øðrum almen medicinskum sjúklingum. Harafturat er deildin blandað med. og skurð deild við plássi fyri 6 børnum millum 0 og 14 ár.

Á deildini starvast 20 sjúkrarøktarfrøðingar og 10 heilsurøktarar. Tveir neurologar eru knýttir at deildini, ein pædiatari sum konsulentur og tvørfakligt samstarv er t.d. við ergo- og fysioterapeutar, socialráðgevar, diatistar og heimarøktina. Heilsurøktaranæmingar og sjúkrarøktarfrøðilesandi eru í starvsvenjing á deildini.

Eins og á hinum arbeiðsplássunum omanfyri,  hava tey raðfest at gera førleikaskriv fyri heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar á Bornholms Hospitali og hvørjari deild sær. Arbeiðsbólkurin var mannaður av starvsfólki frá útbúgvingar- og kvalitetsdeildini, deildarleiðsluni, álitisfólki, sjúkrarøktarfrøðingum og heilsurøktarum.

Hetta eru nakrar av uppgávunum hjá heilsurøktarunum á F1. Fleiri síggjast í framløguni, sum liggur niðanfyri.

  • Taka ímóti nýggjum sjúklingum. Skriva í elektroniska kommunikationsrapport. Samskifti við heimatænastuna.
  • Eru við í allari røktini, við serligum fokus á grundleggjandi sjúkrarøktina. Herundir EWS, mobilisering, ernæring, ADL, uppvenjing, ætlanarfundir.
  • Leggja sondu, PEG sondurøkt, útrokna ernæring, kostregistrering, sondupumpa.
  • Leggja kathetur hjá kvinnum, SIK, bløðruscanning.
  • Dysphagiscreening.
  • SIP scoring.
  • Planleggja útskrivan. Herundir visitationsfundir og elektroniska kommunikation við kommununa, røktarætlan, útskrivingarætlan.

Heilsurøktarar eru týdningarmiklir samstarvsfelagir og í tvørfakliga samstarvinum.

  • Teir arbeiða sera sjálvstøðugt. Stóra vitan og erfaring.
  • Hava fokus á grundleggjandi sjúkrarøkt.
  • Meira og minni specifik sjúkrarøkt relaterað til tann almen medicinska/neurologiska sjúklingin.
  • Beinleiðis sjúklingakontakt.
  • Tættan dialog við sjúkling og avvarðandi.
  • Ofta tað starvsfólkið sum hevur størst innlit í sjúklingin.
  • Taka sær av heilsurøktaranæmingum.
  • Sjálvstøðug ábyrgdarumráði: ernæring, diabetes, tann góða útskrivingin, sjúkrarøktardokumentatión.

Eftirútbúgving: akademi útbúgving.

Framløgurnar hjá fyrilestrahaldarunum síggjast niðanfyri

Helle Lund, leiðari á Plejehjemmet Falkenberg í Helsingør

Dorte Hansen, deildarleiðari á F1 á Bornholms Hospitali

Kim Johansson, deildarleiðari á psyk. deild 2221 í Hillerød

Annette Larsen, leiðari fyri heimatænastuna Hasle/Rønne á Bornholm

Synnøva Hansen, deildarleiðari á KS3 á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Førleikaskriv o.a.

Vegleiðandi førleikaætlan fyri heilsurøktarar o.o. í heimatænastuni á Bornholm

Vegleiðandi førleikaskriv fyri heilsurøktarar o.o. í heimatænastuni á Bornholm