Væl vitjað tiltak í SMS

Heilsurøktarafelagið var á Torginum í SMS seinasta hósdag, har vit varpaðu ljós á okkara yrki, prátaðu við fólk og mátaðu blóðtrýst og blóðsukur hjá viðskiftafólki. Tað vóru heilsurøktarar, sum starvast á eldraøkinum, innan demens, á sjúkrahúsdeild og á sálardeild, sum luttóku í tiltakinum.

Tiltakið var sera væl vitjað. Fólk vóru glað fyri møguleikan at fáa eitt lítið heilsutjekk og serliga børnini vóru hugtikin av sansakassanum og ballónunum vit høvdu við.

Við at svara spurninginum: “Vórðu fyrstu heilsurøktararnir útbúnir í Føroyum í 2008?”, bar til at vera við í lutakasti um eitt gávukort á 1.000 kr. frá SMS. Heppni vinnarin gjørdist Marianna Guttesen.

Einaferð um árið hevur Heilsurøktarafelagið eitt slíkt tiltak. Annaðhvørt ár eru vit við á Fólkafundinum og annaðhvørt ár hava vit okkara egna tiltak í SMS.