Væl vitjað tiltak

Nógv fólk var komið saman til kvøldsetuna hjá Heilsurøktarafelagnum 23. juli at hoyra um tey 8 hjartamálini hjá felagnum, nú løgtingsval stundar til.

Tað var forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum, Rakul í Gerðinum, ið legði fram hjartamálini, sum álitisumboðini og nevndin hjá felagnum hava evnað til.  

Til umrøðu vóru ymsik viðurskifti, ið gera seg galdandi á arbeiðsmarknaðinum hjá heilsurøktarum, eins og orðað í hjartamálunum, sum eisini eru at finna á heimasíðuni.

Vit fegnast um mongu spurningarnar og viðmerkingarnar til framløguna. Tað sýnir ein veruligan áhuga hjá politikkarum fyri ymsu tættunum innan arbeiðsumhvørvi og mátum at finna loysnir til viðurskifti, ið eru meiri tyngjandi enn gevandi fyri allar partar.

Pál Weihe, arbeiðsmedisinari og formaður fyri Læknafelag Føroya, helt ein sera viðkomandi fyrilestur um heilsuverk og umsorganartænastur, har nomið varð við øktan røktartørv og minkandi sjúkrahússengur, røkt við hús og á stovni, umframt serlig viðurskifti hjá heilsurøktarum.

Okkara vón er, at fólk, eftir at hava verið á fundinum hava fingið eitt størri innlit í yrkisførleikarnar hjá heilsurøktarum og arbeiðsumhvørvi teirra og góðan íblástur at virka fyri trivnaði í almanna- og heilsurøkt.