Væl møtt til limafundin

Yvir 50 limir úr øllum landinum møttu á limafundinum hjá Heilsurøktarafelagnum hósdagin, har kunnað varð um gongdina í sáttmálasamráðingunum seinasta hálva árið. Á fundinum varð greitt frá, hvat tað er, sum í høvuðsheitum skilir partarnar. Fleiri nýttu høvi at seta spurningar og siga sína hugsan um støðuna.

Nevndin fegnast um, at limirnir fylkjast um felagið og stuðla í stríðnum um betri lønar- og arbeiðsumstøður, øllum limunum at frama.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum fara at hava eitt uppskot um semju klárt at leggja fyri Heilsurøktarafelagið mánadagin 26. novembur.