Útsetti aðalfundurin verður 16. juni

Útsetti aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum, verður hildin í Smæruni týsdagin 16. juni 2020, kl. 10.00

Skrá sambært viðtøkunum:

Val av fundarstjóra og atkvøðuteljarum
Frásøgn nevndarinnar frá farna árinum
Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar
Val av forkvinnu, nevndarlimum og tiltakslimi
Val av løggildum grannskoðara
Innkomin mál – uppskot frá nevndini um broyting í viðtøkunum
Ymiskt

Eftir ráðgeving frá heilsufakliga serkunnleikanum, og fyri at halda tilmælini, verður eingin servering og neyðugt er at tekna seg til aðalfundin við at boða felagnum frá á heilsurokt@gmail.com

Freistin at tekna seg er hósdagin 11. juni.

Nevndin