Unnið leiðaranum arbeiðsfrið

Nú berast tíðindi um, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar(FFS) fer at stevna stýrinum fyri eldrasamstarvinum í Sandoynni, tí stýrið ikki hevur grundgivið fyri, hví tveir limir í FFS ikki fingu starv sum økisleiðari í eldrasamstarvinum.

Í tíðindunum á miðdegi í dag, segði Óluva í Gong, forkvinna í SFF, at stýrið ikki hevði tikið avgerðina til nýggja viðgerð, eftir at Løgtingsins umboðsmaður(LUM) var komin til ta niðurstøðu, at álvarslig brek vóru við viðgerðini hjá stýrinum.

Heilsurøktarafelagið skal í tí sambandi gera vart við, at stýrið fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu(ØSS) tók málið upp til nýggja viðgerð eftir at LUM í august mánaða, hevði eina uppfylging av klaguni um setanina. Stýrið kom til somu niðurstøðu, sum áður, at Randarsól Kristiansdótir var best egnaði umsøkjari til starvið. Sostatt er setanin nú farin fram eftir fyrisitingarlógini og friður átti at verið um málið.

Í grein á in.fo í dag, har skrivað verður um nýggju gongdina í málinum, verður, eins og fyrr í ár, ført fram, at FFS vil hava grundgeving fyri, hví ein heilsurøktari varð tikin fram um tveir sjúkrarøktarfrøðingar til eitt leiðslustarv.

Í samrøðuni við Óluvu í Gong í ÚF í dag, endar hon við at siga, at orsøkin til, at felagið nú fer at stevna stýrinum fyri ØSS er, at tey vilja hava staðfest, at tað, sum hevur gingið fyri seg í Sandoynni er ólógligt, og at tey vilja ikki koma í hesar støðurnar aftur. Her hevði verið áhugavert at vitað, hvat tað eru fyri støður meint verður við. Snýr tað seg um, at tað í fyrsta umfari verður farið ov lætt um fyrisitingarlógina í einum setanarmáli, sum tað kortini verður rættað upp á, tá gjørt verður vart við trupulleikan ella snýr tað seg um, at setti leiðarin er útbúgvin heilsurøktari.

Eg skal at enda vísa á, at í starvslýsingin eftir økissamskipara fyri Sandoynna varð ikki søkt eftir ávísum fakbólkum, men dentur varð lagdur á, at persónligir og fakligir førleikar vórður hildnir saman soleiðis, at tað vóru samlaðu kompetansurnar, sum vóru avgerðandi fyri, hvør bleiv settur í starvið. Harafturat er vert at hava í huga, at leiðararnir fyri helvtina av kommunalu økisstamstørvini á eldraøkinum hava aðra útbúgving enn sjúkrarøktarfrøðiútbúgving. Tíbetur hava hinir økisleiðararnir fingið frið at røkt sítt arbeiði og nú hevði verið gott um Randarsól eisini fekk nøktandi arbeiðsfrið.