Undirvísing um fakligt fokus

Fríggjadagin 21. apríl skipar Heilsurøktarafelagið fyri undirvísing um fakligt fokus og menningarmøguleikar fyri heilsurøktarar.

Tað eru Marin Vang, leiðsluráðgevi, og Halldis Joensen, leiðari, ið undirvísa.

Hetta er fyrstu ferð, vit skipa fyri júst hesum skeiðnum, og áhugin er stórur, men enn eru nøkur fá pláss eftir.

Til ber at tekna seg til skeiðið við at skriva ein teldupost til okkara á heilsurokt@gmail.com ella við at ringja á tlf 315670.