Undirvísing fyri limir

Mikudagin 22. februar verður ársins fyrsti undirvísingardagur í hølunum hjá Heilsurøktarafelagnum.

Tað verða Heðin Thomsen, hjartalækni, og Amy Ljósheim, rehabiliteringssjúkrarøktarfrøðingur, sum fara at undirvísa fyri limum í Heilsurøktarafelagnum.

Fyrrapartin undirvísir Heðin Thomsen um hjartasjúkur, fyribyrging og viðgerð, og seinnapartin undirvísir Amy Ljósheim um hjartarehabilitering.

Kunning og skrá fyri dagin er send øllum limum felagsins við telduposti, men plássið er avmarkað, so hjá teimum heilsurøktarum, sum ynskja at dagføra sína vitan á økinum, ræður um at tekna seg, sum skjótast.