Umboðsráðsval hjá LÍV

Umboðsráðsvalið hjá Ognarfelagnum LÍV er byrjað, og heldur fram til 31. januar 2017.

Umboðsráðið umboðar viðskiftafólkini hja LÍV á aðalfundinum, og uppgávan hjá ráðnum er at taka avgerð á aðalfundinum, sum er evsti myndugleiki hjá Ognarfelagnum LÍV.

Tað er skyldan hjá umboðsráðnum at umsita ogn felagsins á besta hátt.

Av tí at Heilsurøktarafelagið hevur eftirlønir og tryggingar sínar í LÍV, er tað týdningarmikið fyri felagið, at heilsurøktarar eru umboðaðir í ráðnum.

35 limir skulu í tíðarsekiðnum 6. januar til 31. januar veljast í umboðsráðið, og 53 fólk eru uppstillað, harav tveir heilsurøktarar:

Jenny Haldis Karlsdóttir

Ella Norðberg Heinesen

Heilsurøktarafelagið mælir limum sínum til at fara á val og nýta høvið til at stuðla hesum valevnum, tí tað hevur týdning, at heilsurøktarar fáa gjørt sína ávirkan galdandi í pensjónsfelag okkara.

Meira kunning um valið finst á heimasíðuni liv.fo

Gott val.