Umboðsfundur í EPN-samstarvinum

Í farnu viku hittust umboð fyri limalondini í EPN til fund í Keypmannahavn. Á skránni vóru, umframt støðulýsingar úr limalondunum, eisini framløgur um broytingar í útbúgvingunum í Danmark og í Noregi.

Hóast evnið fyri fundin var breitt, gjørdist tað skjótt greitt, at tað eru í stóran mun tær somu avbjóðingarnar heilsurøktarar í teimum ymsu londunum standa yvir fyri; arbeiðsbyrðan er tung, lønin lág og viðurkenningin fyri yrkinum er ikki í tráð við høgu yrkisligu førleikarnar og týdningin av teimum tænastum heilsurøktarar veita alt samdøgrið. Tí er tað gongd leið at seta í verk munagóð átøk fyri at gera tað meira dragandi at starvast í heilsu- og umsorganarøkinum.

Hesaferð vóru umboð úr Svøríki við, sum eygleiðarar, tí tey eru áhugað at vera við í samstarvinum. Á fundinum fingu tey høvi at presentera seg og síðani verður støða tikin á næstkomandi fundi, um hvørt Svøríki skal innlimast í EPN.

Raymond Thurøy, umboð fyri norska Fagforbundet, sum er formaður fyri EPN, kunngjørdi, at hann nú leggur frá sær. Hann hevur verið við í EPN øll tey 9 árini, hann hevur verið fakfelagsformaður, og fekk mangar tøkkir fyri gott samstarv á hesum seinasta umboðsfundinum hann luttók á. Enn er ikki greitt, hvør kemur at taka yvir eftir hann.

Evnið fyri ráðstevnuna, sum verður í Føroyum næsta summar, verður gott arbeiðsumhvørvi í mun til arbeiðsbyrðu og talgilding av vælferð.

Meira er at lesa um EPN á heimasíðuni practicalnurses.org