Um nóg nógv tekna seg...

...verður skeið um fakligan samleika fyri limir í Heilsurøktarafelagnum!
 

Fá meira at vita um, hvussu TÚ UMBOÐAR TÍTT FAK, tá tú orðar tínar fakligu kompetansur, so onnur vita júst, hvar tú gert ein mun, hvussu tú stendur trygg/ur, tá tú orðar tínar kompetansur fyri øðrum, virkar á gáttini millum perssónligan og fakligan samleika, myndar samleikan, heilsurøktarin hevur í starvi og samfelag og tekur lut í skapanini av einum føstum, kendum fakligum samleika!

Undirvísari er Mona Maria úr Fugloy, master, coach og terapeutur í NLP, og undir útbúgving til NLP-venjara.

Sjúkrarøktarfrøðingur frá 1998 og seinni cand.cur. (kandidatur í sjúkrarøkt við sergrein í leiðslu og fakligari menning).

Leinki: monamariafugloy.dk

Kostnaður 350 kr.

Tekning á tlf.: 515670 - 315670 ella á heilsurokt@gmail.com.