Tú veitst aldrin, hvat tú kemur út til

Evropeiskur heilsurøktaradagur er í morgin, og í tí sambandi varpar Heilsurøktarafelagið ljós á fakligheitina. Tað eru lutfallsliga fáir menn í yrkinum. Mannligu heilsurøktararnir starvast, sum oftast í psykiatriini, og Tórur Sørensen er ein teirra. Tórur er heilsurøktari á P40, og hann greiðir soleiðis frá: 

"Mær dámar ótrúliga væl at at arbeiđa, sum heilsurøktari á Psykiatriska deplinum; her eru so nógvar ymiskar uppgávur og arbeiđiđ er spennand, tí tú veitst aldrin, hvat tú kemur til, tá tú møtir inn. Sjúklingar skulu aktiverast, tú skal kanska niđur viđ einum patienti. Tú arbeiđir øgiliga breitt og tvørfakligt fyri at seta inn viđ øllum neyđugum resursum fyri at veita eina dygdargóđa viđger. Tađ er fantastiskt at arbeiđa saman viđ so nógvum góđum fakbólkum. Mær dámar eisini væl, at vit hava tey innløgdu og teirra avvarđandi viđ í tilgongdini. Tađ samskiftiđ hevur sera nógv at týđa, fyri viđgerin skal eydnast væl."