Tórshavnar kommuna gongur ímóti egnum samtyktum

Tórshavnar kommuna gongur ímóti egnum samtyktum

Tórshavnar kommuna hevur sett eina monofakliga leiðslu - tríggjar sjúkrarøktarfrøðingar - í Heilsu- og umsorganartænastuna.

Kommunan skrivar annars sjálv, at "(...) leiðararnir hava ein týðandi leiklut at samskapa og samskipa tvørgangandi og tvørfakligar tænastur og tilboð innan samlaðu Heilsu- og umsorganartænastuna."

Áhugavert hevði verið at vita, hvussu kommunan ætlar at røkka endamálinum at "samskapa og samskipa tvørgangandi og tvørfakligar tænastur og tilboð", tá ið hon hevur valt ikki at seta aðrar fakbólkar enn sjúkrarøktarfrøðingar í leiðslutoymið.

Majbritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum
Eina Andreasen, forkvinna í Ergoterapeutfelagnum
Augusta Mikkelsen, forkvinna í Fysioterapeutfelagnum
Elisabeth Akursmørk, forkvinna í Kost- og føðslufelagi Føroya