Takið ikki upp verkfalsrakt arbeiði


Til allar limir í Heilsurøktarafelagnum:
Nú ófriður aftur er rundanum sáttmálasamráðingar, og Heilsurøktarafelagið hevur heitt á allar limir um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði, er her ein stutt frágreiðing um, hvat tað merkir. 

At verkfalsrakt arbeiði ikki skal takast upp merkir, at tit ikki skulu taka vaktir fyri fólk, sum eru í verkfalli. 
Tað merkir eisini, at tit ikki skulu átaka tykkum arbeiði, sum - í hesum føri - pedagogar, vanliga gera. Tvs arbeiðsuppgávur, heilsurøktarar ikki gera á tykkara arbeiðsplássi.
Tað er arbeiðsætlanin, sum varð løgd undan verkfallinum, sum er galdandi fyri tykkum enn.


Støðurnar kunnu vera ymiskar, og um nakað ivamál er um, hvørt tit taka upp verkfalsrakt arbeiði, verða tit biðin um at seta tykkum í samband við felagið fyri at fáa nærri frágreiðing.