Styttið arbeiðsvikuna

Umboð fyri Heilsurøktarafelagið hava í dag verið á fundi við Rættarnevndina fyri at umrøða uppskot til samtyktar um at stytta arbeiðsvikuna, sum Løgtingið í hesum døgum viðger.

Okkara hugsan er greið.

Skulu fólk, sum arbeiða í heilsu- og umsorganartænastu megna at vera árvakin og tilreiðar at lofta vandastøðum, tá tey eru til arbeiðis - og tað skulu tey - so er neyðugt at tey, í minsta lagi, fáa ta hvílitíð ímillum vaktir, sum lógin ásetir. Men tað er ógjørligt, tá tú arbeiðir 40 tíma viku í skiftandi vaktum. Tí má arbeiðsvikan styttast. 

Tað er ein trupulleiki, at tað bert ganga 7 - 9 tímar frá tí, at ein heilsurøktari fer heim av kvøldvakt, til hann møtir  aftur á dagvakt dagin eftir. Tí vit hava eina lóg um arbeiðsumhvørvi, sum millum annað ásetir, at fólk skulu hava frí í minst 11 tímar ímillum vaktir.

Ein onnur avbjóðing, nógvir av limum okkara hava er, at leiðslur stytta vaktir til minni enn 8 tímar, og tað ger, at tey mugu arbeiða fleiri dagar í mánaðaðin, skulu tey arbeiða fulla tíð. Hinvegin verða eisini vaktir lagdar, sum ganga yvir 10 tímar, og tá vinnur heilsurøktarin sær onga avspáking fyri kvødtímarnar, um vaktin er byrjað áðrenn kl. 14.00.

Hóast kanningar um vaktarbeiði vísa, at best er, um skiftini millum vaktirnar “fylgja klokkuni” soleiðis, at eftir dagvaktir verða kvøldvaktir arbeiddar og eftir kvøldvaktir verða náttarvaktir arbeiddar, so er ógvuliga tilvildarligt hvussu raðfylgjan er. Og hóast kanningar somuleiðis vísa, at skalt tú arbeiða skiftandi vaktir, so er best at skifta ímillum tvey vaktarsløg, so verða á nógvum støðum allar tríggjar vaktir býttar millum røktarstarvsfólk.

Orsakað av hesum og líknandi viðurskiftum, velja nógv at arbeiða niðursetta tíð. Tað gevur eina lægri lívsinntøku og harav eisini minni í eftirløn.

Neyvan er tað lætt at leggja vaktarætlan til 40 tíma viku og samstundis halda sáttmála og lóg á økinum, og neyvan er tað lætt at arbeiða fulla tíð undir verandi treytum.