Stórur gravgangur - undirvísing um skjalfesting flutt

Undirvísing um skjalfesting 3. mai flutt í annað høli

Heilsurøktarafelagið fegnast um sera stóra áhugan fyri skeiðnum um skjalfesting (dokumentatión). Fyri at fleiri limir skulu fáa møguleikan at verða við til undirvísingina, hava vit valt at flyta hana til hølini hjá Starvsmannafelagnum. Undirvísingin verður sum ætlað týsdagin 3. mai 2016 frá kl. 9.00 - 15.30.

Undirvísingin fevnir millum annað um lógarverkið og krøv, eins og vit viðgerða orsøkir, týdning og annað í sambandi við skjalfesting. Undirvísari verður Gunnvá Guttesen, sjúkrarøktarfrøðingur og master í sundhedsinformatik.

Tilmeldingarfreistin er hósdagin 21. apríl 2016, og kostnaðurin er kr. 250,-.

Sí nærri lýsing aðrastaðni á heimasíðuni undir tiltøkum. SKEIÐIÐ ER FULTTEKNAÐ. Tey, ið tekna seg verða sett á bíðilista.