Skráin fyri aðalfundin

 

Nú styttist til aðalfundin hjá Heilsurøktarafelagnum, sum í ár verður í Østrøm á Skálatrøð týsdagin 17. apríl kl. 10.00.

Morgunmatur er kl. 9.15 – 10.00. 

Skrá sambært viðtøkum felagsins:

Val av fundarstjóra og atkvøðuteljarum
Frásøgn nevndarinnar frá farna árinum
Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar
Val av forkvinnu/formanni nevnd og tiltakslimum
Val av einum løggildum grannskoðara
Innkomin mál
Ymiskt

Annaðhvørt ár, líka ár, er forkvinnu-/formansval á skránni, so í ár er val til forkvinnu ella formann.

Mál er innkomið um broytingar í viðtøkum felagsins. 

Kl. 12.30 er heilsugóð buffét við salati, grønmeti, fiski og breyði.

Kl. 14.40 - 15.20 heldur Marna Jacobsen fyrilestur.

Endað verður við kaffi og kaku.