Skeiðið fullteknað

Stór undirtøka er fyri skeiðsvirkseminum, ið Heilsurøktarafelagið bjóðar limum sínum.

Skeiðið um hjartasjúkur og hjartarehabilitering, sum verður í februar, varð fullteknað eftir fáum døgum, og skeiðið um blóð/blóðroyndir o.a. er longu fullteknað eitt samdøgur eftir at kunning um skeiðið, varð send limum felagsins.

Tað er Marita Simonsen, bioanalytikari á Landssjúkrahúsinum, sum fer at undirvísa um blóðroyndir, kroppsvætu o.a.

Undirvísingin fer fram í Jákupsstovu 14. mars, kl 9.00 -15.00