Skeið um fakligan samleika

Mars mánaði í Jákupsstovu bjóðar okkum ein ørðvísi undirvísingardag, sum er skipaður meira sum ein temadagur um yrkisliga samleikan hjá heilsurøktarum. Mona Maria úr Fugloy fer at halda ein fyrilestur út frá spurninginum “Hava heilsurøktarar ein fastan fakligan samleika, sum er kendur millum manna?”, og síðani verður bólkakjak um evnið. Skeiðsluttakararnir sleppa eisini til orðanna við sínum boði upp á eitt svar til tann spurningin.

Sum vant, byrja vit dagin við morgunmati kl. 9.00, undirvísing er kl 9.30 til 12.00, miðmáli kl 12.00 – 13.00, so er aftur undirvísing, og ein drekkamuður er at fáa áðrenn farið verður til hús kl 16.00

Tekning fer fram við at skriva ein teldupost til heilsurokt@gmail.com ella við at ringja á tlf 315670.

Maturin er íroknaður skeiðsgjaldið. Rindað verður fyri skeiðið við eini flyting á kr 350,- til kto nr. 9181 172.518.3

Vit gleða okkum til ein góðan og gevandi dag í Jóannesar Paturssonargøtu 24. Síggjast fríggjadagin 16. mars.