Skeið í mai!

Hósdagin 23. mai fara Elisabeth Akursmørk, økonoma, og Miriam Solmunde, føðslu- og húsarhaldsfrøðingur, at hava undirvísing fyri limum í Heilsurøktarafelagnum. Skeiðið kalla tær “Matur, sum røkt”, og undirvíst verður allan dagin frá kl. 9.00 til 16.00, í hølum felagsins í J. Paturssonargøtu 24. Sum partur av undirvísingini verða eisini smakkroyndir av proteindrykki o.ø. at fáa.

Sum heilsurøktarar skulu vit matgera, borðreiða og vegleiða um kost til brúkarar við avbjóðingum av ymsum slag, eitt nú innan eldrarøkt og psykiatri.  Maturin er partur av røktini, og sum yrkisfólk í tvørfakligum samstarvi, kann tað vera avbjóðandi at samantvinna “mat, sum røkt” við mentanina á tí staðnum, har vit arbeiða. 

Hetta skeiðið skal fremja okkara fakligu evni til, í enn størri mun, at hugsa matin inn í røktina og finna loysnir til samansetingar og mattilboð til brúkarar við ymiskum tørvum.

Tilmelding fer fram við at senda okkum ein teldupost: heilsurokt@gmail.com ella ringja á tlf 315670 / 515670