Skeið fyri álitisfólk

Í hesi vikuni verður skeið fyri álitisfólkum og nevndarlimum í Heilsurøktarafelagnum, Kost- og føðslufelagnum, Føroya Fysioterapeutfelag, Ljósmøðrafelag Føroya, Ergoterapeutfelagnum og Bioanalytikarafelagnum. Skeiðið verður hildið í Smæruni í Havn og tað er Sigmund Poulsen, advokatur, ið kemur at undirvísa. Allar tríggjar dagarnar verður undirvíst frá kl 9.00 – 15.30. Vit byrja mikudagin 17. januar 2018.