Sjøtul settur á sáttmálasamráðingarnar

Sáttmálin hjá Heilsurøktarafelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið gekk út 1. oktobur í 2017, eins og hjá teimum flestu fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Nevndin hevur leingi verið tilreiðar at farið til samráðingar, og nú bar til at fáa ein innleiðandi fund í lag millum sáttmálapartarnar. Fleiri fundir eru settir á skrá í komandi mánaði, og tað er við góðum treysti at farið verður undir at samráðast um batar í arbeiðsviðurskiftunum hjá limum felagsins og finna semjur á økinum.