Sjálvboðið arbeiði á heilsu- og umsorganarøkinum

EPN-ráðstevnan í Íslandi hin 31. mai í ár, snúði seg um sjálvboðið arbeiði í heilsu- og umsorganarøkinum. Enska heitið á ráðstevnuni var, Voluntary work in the healthcare system in Nordic countries, a vision for the future – privatisation vs public sector.

Tað er ógvuliga ymiskt, í hvønn mun, og á hvønn hátt, sjálvboðið arbeiði á økinum verður útinnt í teimum ymisku limalondunum. Fleiri framløgur vóru úr øllum limalondunum, uttan Føroyum, sum ikki hava nakað stórvegis og skipað sjálvboðið arbeiði at vísa á.

Íslendska Steinunn Hrafnsdóttir, lektari á Hákóla Íslands, umrøddi fyrimunir og vansar við sjálvbodnum arbeiði á almanna- og heilsuøkinum og setti í sínum fyrilestri m.a. fram spurningin um, hvørt tann sjálvbodna arbeiðsmegin, kom í staðin fyri tað arbeiðið, ið útbúgvin starvsfólk gera; eru sjálvboðin viðhvørt tað sama sum ófaklærd starvsfólk?

Sjálv helt hon fast um, at sjálvboðin arbeiðsmegi á ongan hátt kann koma í staðin fyri fakliga arbeiðsmegi, tí sjálvboðin kunu t.d. ikki gera arbeiði, sum krevur fakfólk, og krøv um ávíst útbúgvingarstig, meinar hon, skal ikki setast teimum, sum eru í sjálvbodnum arbeiði. Avbjóðing framyvir verður, at fólk gerðast eldri og meira røktarkrevjandi, so útlit eru fyri, at tað ikki verða nóg mikið av røktarstarvsfólki at nøkta tann tørvin. Tí verður neyðugt við meira sjálvbodnari arbeiðsmegi enn higartil, og tá er tað týdningarmikið, at man er samdur um endamálið við at hava sjálvboðin á einum arbeiðsplássi. Allýsingin av sjálvbodnari arbeiðsmegi er, at tað eru fólk, ið bjóða seg fram til ymsar arbeiðsuppgávur, tí tey ynskja at gera nakað gott fyri onnur. Tí er eisini týdningarmikið, at tey í sínum arbeiði ikki skulu útfylla hol og gera uppgávur, sum fakfólk eiga at taka sær av.

Tað vóru fleiri av fyrilestrarhaldarunum, ið vístu á avbjóðingar og beinleiðis trupulleikar í mun til sjálvboðið arbeiði í heilsu- og umsorganarøkinum. Sjálvboðin ganga ikki altíð undir somu treytum, sum føstu starvsfólkini, tey fáa fyri tað fyrsta ikki løn fyri sítt arbeiði, tá tað jú er kjarnin í sjálvbodnum arbeiði, at tað er ólønt. Oftast hava tey heldur ikki  somu fyritreytir fyri at virka á umsorganarøkinum, sum tey faklærdu við tað, at tey ikki nýtast at vera útbúgvin í økinum.

Ífylgu donsku Karen Stæhr, næstforkvinnu í FOA sosial- og heilsudeildini í Stórkeypmannahavn, snýr tað seg um líkavirði og at “vilja hvønn annan”, tá vit hava við sjálvbodna arbeiðsmegi í heilsu- og umsorganarøkinum at gera.  

Eitt annað er tað almenna, sum fólkið sjálvt hevur valt. Karen Stæhr ávarðar um, at politikarar heldur vilja hava ókeypis arbeiðsmegi enn dygdargóða tænastu. Hetta sæst millum annað aftur í, at kommunur summastaðni seta frívilligar organisatiónir at samskipa sítt arbeiði á stovnum, og tað er jú púra skeivt at gera. Skulu frívillig inn á stovnarnar, mugu stovnarnir sjálvir ynskja tey inn og sjálvir siga, hvar tørvur er á teimum. Tað mugu vera greiðar rætningslinjur fyri sjálvboðin á stovnunum og tey sjálvbodnu mugu lærast upp, áðrenn tey koma. Tað er eitt nú komið fyri, at sjálvboðin hevur verið við borgara til læknavitjan uttan at fyrivarni er tikið við tagnarskyldu og tað eru millum annað slík viðurskifti vit altíð mugu hava í huga,  tá sjálvboðin verða tikin við í røktina. Hon sigur eisini, at í Hollandi eru tað børnini, ið hava ábyrgdina av sínum gomlu foreldrum, tí hava tey ymiskar skyldur at røkja á teimum sambýlum og røktarheimum, teirra avvarðandi búgva á. Tí leggur hon aftur dent á, at vit mugu vera serliga uppmerksom upp á politikkarar, sum vilja leggja trýst á avvarðandi og sjálvboðin til at taka á seg fleiri og fleiri uppgávur á eldraøkinum og umsorganarøkinum sum heild. Her standa avvarðandi mótvegis kommununum, og tann stóri spurningurin er, hvat tey kunnu krevja av hvørjum øðrum.