Semjan undirskrivað

Heilsurøktarafelagið hevur nú gjørt semju við Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið

Tað var seinnapartin í gjár, at klárt varð at skriva undir nýggju semjuna.

Ein samlað lønarhækkan á 5,4 % yvir tvey ár, sum kemur øllum limum í Heilsurøktarafelagnum tilgóðar, eitt lønarstig afturat og lógarkravda eftirønargjaldið verður nú eitt arbeiðsgevaragjald fyri tímaløntu limir felagsins. Hetta eru helst størstu framstigini við nýggju semjuni.

Størsti lønarvøksturin er lagdur á endalønina og heilsurøktarar ganga frá 1. okt. 2018 upp til 24. stig á lønartalvuni hjá Heilsurøktarafelagnum. Røktarheimsassistentar hava eisini fingið eitt lønarstig afturat og broytingar eru gjørdar í flokkingini av leiðaralønunum.

Fleiri aðrir batar eru eisini gjørdir í sáttmálanum, millum annað í mun til frítíðarlegugjald og barnsferð. Harumframt eru partarnir samdir um at kanna møguleikan fyri fleiri heilsurøktarastørvum á serøkinum, og ein arbeiðsbólkur verður í sáttmálaskeiðnum settur at kanna í hvønn mun tað er møguligt hjá heilsurøktarum at verða settir við hægri brøki/fullum brøki.