Sáttmálakrøvini handað Fíggjarmálaráðnum

Heilsurøktarafelagið hevur í vikuni handað lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum sáttmálakrøv síni.

Í summar varð semja gjørd við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri limir okkara í eldraøkinum og nú hava vit sett hol á lønar- og sáttmálasamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið, fyri limir okkara í sjúkrahúsverkinum og á Almannaverkinum. Nýggjur fundur er ásettur at vera í næstu viku.