Samstarvsfundur í Føroyum

Týsdagin 14. oktobur hevði European Council of Practical Nurses (EPN) fund í Tórshavn.

Evnini, ið vórðu umrødd á fundinum vóru m.a.
- avbjóðingarnar, sum limalondini í EPN hava fyri at varðveita størv hjá limunum í heilsuverkinum
- avbjóðingin hjá heilsurøktarum og øðrum við líknandi útbúgvingum at sleppa at brúka sínar fakligu førleikar
- eftirútbúgvingar og skeið til heilsurøktarar og onnur við líknandi útbúgvingum

Heilsurøktarar á sjúkrahúsum
Útbúgvingarnar til sjúkrahjálpara og pleygara vórðu niðurlagdar seinast í 1980´unum, og í staðin kom heilsurøktaraútbúgvingin í 1991.

Í mun til sjúkrahjálpararnar og pleygararnar, ið høvdu eina serútbúgving innan ávikavist somatikk og psykiatri, hava heilsurøktarar eina breiða grundleggjandi útbúgving sum fevnir um ma. psykiatri, endurmenning, pedagogikk, sjúkra- og heilsurøkt, aktivering, fyribyrging og heilivágsgevan. Við hesi breiðu útbúgving hava heilsurøktarar eitt avbera gott grundarlag fyri at kunna arbeiða á t.d. sjúkrahúsdeildum. Hóast hetta arbeiða færri heilsurøktarar, sjúkrahjálparar og pleygarar í dag á sjúkrahúsunum enn fyri 10 – 15 árum síðani. Frávalið av heilsurøktarum er ikki bara galdandi uttanlands, men eisini á føroysku sjúkrahúsunum.

Tað eru í stóran mun sjúkrarøktarfrøðingar í leiðarastørvum, sum gera av um heilsurøktarar ella sjúkrarøktarfrøðingar skulu setast, tá ið sjúkrahjálparar ella pleygarar fara úr sínum størvum og uppá pensjón. Vit kenna altíð best okkara egnu útbúgving, og ofta kann tað vera torført at síggja dygdirnar hjá øðrum starvsbólkum. Møguliga er hetta orsøkin til, at sjúkrarøktarfrøðingar í stóran mun bara seta sjúkrarøktarfrøðingar!

Heilsurøktarir eru sera dugnaligir til at veita grundleggjandi sjúkrarøkt og at arbeiða endurmennandi og fyribyrgjandi. Tí eiga heilsurøktarar at arbeiða á øllum deildum á sjúkrahúsunum og sjálvandi eisini at sleppa at brúka sínar fakligu førleikar

Eftirútbúgvingar og skeið
Í Norra eru 1 ára eftirútbúgvingar í til dømis “psykisk helsarbeid og rusarbeid”, “kreftomsorg og lindrende pleje” og “barsel- og barnepleie” fyri heilsurøktarar, sum kunnu takast upp á tvey ár, soleiðis at tað til ber at arbeiða, meðan man tekur eftirútbúgvingina.

Í Íslandi eru 1 ára eftirútbúgvingar í millum øðrum psykiatri og eldrarøkt og í Danmark eru sera fjølbroyttir møguleikar við AMU skeiðunum, sum eru millum tveir dagar og tríggjar vikur til longdar. Í Danmark eru eisini akademiútbúgvingar fyri heilsurøktarar: Akademiuddannelse i sundhedspraksis og akademiuddannelse i velfærdsteknologi.

Heilsurøktarafelagið hevur sóknast eftir skeiðum og eftirútbúgvingum til heilsurøktarar í Føroyum. Heilsuskúlin er eisini áhugaður í at skipa fyri skeiðum og eftirútbúgvingum, men sigur seg ikki hava fíggjarliga orku til at skipa fyri nøkrum, um eingin játtan fæst til endamálið.

Heilsurøktarafelagið undrast á, at ongar eftirútbúgvingar og eingi skipaði skeiðstilboð eru fyri heilsustarvsfólk í Føroyum.

EPN-fundurin endaði við eini yvirlýsing.