Samhugaarbeiðssteðgurin avlýstur

Samhugaarbeiðssteðgurin, ið varð lýstur fyri allar heilsurøktarar í starvi hjá Almannaverkinum frá mánadegnum 15. januar 2018 kl 7.00 til týsdagin 16. januar 2018 kl 7.00, er í dag avlýstur.

Av tí at sáttmálapartarnir sunnunáttina komu fram til eina semju, er hetta stríðsstig sjálvsagt avlýst, og tað er galdandi fyri øll yrkisfeløgini, ið fríggjadagin lýstu samhugaarbeiðssteðg.