Rakul í Gerðinum nýggj forkvinna í Heilsurøktarafelagnum

Týsdagin 26. apríl 2016 var árligi aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum hildin í Østrøm.

Majbritt Mohr, ið hevur verið forkvinna í felagnum seinastu seks árini, hevði gjørt av at leggja frá sær. Tvey valevni stillaðu upp til formanssessin, Rakul í Gerðinum og Sjúrður Norðbúð, ið bæði hava sitið í nevndini hetta seinasta árið. Rakul vann valið og er nýggja forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum.

Tveir nýggir nevndarlimir skuldu veljast, nú Jóhanna Henriksen og Gunvør Sigurðsson høvdu sitið sítt tvey ára skeið. Nývaldar í nevndina eru Olanta H. Norðbúð og Bingerð Hjalmarsdóttir. Ein nevndarlimur skuldi veljast í nevndina í eitt ár fyri Rakul í Gerðinum, sum var í nevndini áðrenn hon bleiv vald til forkvinnu. Gunvør Sigurðsson tók við tí valinum. At enda skuldi tiltakslimur veljast fyri Sunrid Berg. Fyri hana kom Louisa M. Eliasen.

Á myndini eru tey sum manna nýggju nevndina í Heilsurøktarafelagnum: Sjúrður Norðbúð og Bingerð Hjalmarsdóttir, nevndarlimir, Rakul í Gerðinum, forkvinna, Gunvør Sigurðsson og Olanta H. Norðbúð, nevndarlimir.

Anna-Britt Eið og Louisa M. Eliasen eru tiltakslimir.