Rakul í Gerðinum heldur fram, sum forkvinna

Heilsurøktarafelagið hevur í dag havt árliga aðalfund sín. Val av forkvinnu/formanni, nevndarlimum og tiltakslimi var á skránni. Valskeiðini hjá nevndarlimum og formanni/forkvinnu í Heilsurøktarafelagnum eru tvey ár.

Sera stór uppmøting var til aðalfundin hesaferð, har 155 limir vóru møttir. Tvey valevni vóru til forkvinnuvalið, tað vóru Beinta Simonsen og sitandi forkvinna, Rakul í Gerðinum.

Nývald í nevndina er Louisa M. Eliasen, og Birna Vágslíð er vald inn í eitt ár, fyri Sjúrð Norðbúð, ið gevst í nevndini, nú hann fer í farloyvi frá starvi sínum. Nýggjur tiltakslimur er Elisabeth Eið Eliasen.

Bingerð Hjalmarsdóttir varð afturvald í nevndina og Rakul í Gerðinum varð afturvald til forkvinnu í Heilsurøktarafelagnum.

Sostatt eru tað Rakul í Gerðinum, forkvinna, Malan Hansesn, Bingerð Hjalmarsdóttir, Louisa Eliasen og Birna Vágslíð, ið nú manna nevndina í Heilsurøktarafelagnum. Tiltakslimir eru Beinta Simonsen og Elisabeth Eið Eliasen.

Nevndin skipar seg á nevndarfundi í næstum.