Ráðstevna um harðskap í psykiatriini

Í døgunum 24. – 27. august í ár verður norðurlendsk psykiatriráðstevna í Noregi.

Tað er norðurlendska samstarvið millum heilsurøktarar, sum starvast á psykiatriska økinum, Nordisk Treff, sum skipar fyri afturvendandi ráðstevnuni, sum limalondini skiftast um at hýsa.

Høvuðsevnið hesaferð verður harðskapur og hóttanir um harðskap. Afturat tí verður framløga um broytingar í sjúklingasamanseting/diagnosum – menning av psykiatriini í Noregi seinastu 10 árini og ein framløga um ACT-toymi, sum eru uppsøkjandi toymi.

Til ber hjá heilsurøktarum í Føroyum, sum starvast á psykiatriska økinum at tekna seg til ráðstevnuna. Pláss er fyri 20 luttakarum úr Føroyum.

Tekning fer fram við at venda sær til felagið á teldupostbústaðnum heilsurokt@gmail ella á tlf 315670/515670