Psykiatriráðstevna hevur verið í Noregi

Vikuskiftið 24. – 27. august vóru heilsurøktarar á ráðstevnu í Noregi. Tað var Nordisk Psykiatrikonference, sum er samstarvið millum heilsurøktarar í psykiatriini í Føroyum, Noregi og Danmark, ið skipaði fyri ráðstevnuni. Limalondini skiftast um at hava ráðstevnu, triðja hvørt ár.

Hesaferð var evnið; “Harðskapur í psykiatriini”. Harðskapur og hóttanir um harðskap, eru partur av starvsviðurskiftunum, tá ein arbeiðir innan psykiatriska økið, og í Danmark hava óvanliga ringir tilburðir verið seinastu fýra árini, har fimm starvsfólk hava latið lív á arbeiðsstaðnum.

So álvarsamir tilburður hava ikki enn verið í hinum báðum limalondunum, men kortini er tað av týdningi at koma saman um evnið og læra av hvør øðrum, um hvørji atlit eru at taka, til tess at fyribyrgja hendingum, har starvsfólk koma til skaða og tað, sum verri er.

Tríggir fyrilestrar vóru á skránni á ráðstevnuni hin fyrra dagin og seinna dagin vóru innlegg frá teimum ymsu londunum, eins og fundur var í orðførarabólkinum.

 

Deildarumhvørvi og drúgd av innleggingum

Fyrsta fyrilesturin hevði Svein Friis, sum er psykiatari og professari við drúgvari gransking innan deildarumhvørvi og sjúkumynstur við atliti at longd av innleggingum. Hansara gransking tekur støði í ástøðini Stanton Schwartz Phenomenum, sum er ein greinan av patologiskari órógv hjá sjúklingum og lýsir sjúklingar í einum spenningsfelti millum bólkar av fakfólki við ymiskum hugburðum, bæði í mun til sjúklingar og starvsfelagar. Tað, sum í stuttum kemur fram í hansara gransking er, at sjúkugongdin hjá teimum innløgdu, er beinleiðis tengd at sálarliga umhvørvinum millum starvsfólkini á deildunum, og, at teirra sínamillum konfliktir, hava negativa ávirkan á heilsustøðuna hjá teimum innløgdu. Úrslitið av hesum óviðgjørdu konfliktunum er oftast, at sjúklingar skifta millum deildir ella fáa økta skamtan av heilivági. Tílíkt, sum betri varð fyribyrgt við einum optimalum arbeiðsumhvørvi, har konfliktir millum starvsfólk vórðu loystar beinanvegin. Nógv meira er at lesa um hetta við at leita upp á WAS – ward atmosphere scale og GMI – good milieu index. Eisini gjørdi hann nógv burtur úr at greiða frá týdninginum av at hava sjúklingarnar nóg leingi á deildini við fyrstu innlegging, tí tøl vísa, at eru fólk innløgd stutta tíð fyrstu ferð, tey verða innløgd á psykiatriskari deild, hevur tað við sær eina øking av innleggingum yvir longri tíð. Meðan fólk, ið eru innløgd í longri tíð við fyrstu innleging, hava bert fáar ella ongar endurinnleggingar. Hetta hevur sostatt týdning fyri, at fólk koma  fyri seg eftir sálarsjúku. Í fyrstu atløgu, hevur tað týdning at viðgerðin á deildini er fullfíggjað og tekur ta tíð, sum er neyðug, í øðrum lagi, er tvørgeiraliga samstarvið av avgerðandi týdningi fyri at viðgerðin skal eydnast. Tað ræður um at tryggja kontinuitetin, og, at byggja brúgvar frá einum geira til tann næsta í eini viðgerðartilgongd.  

 

Brúkarar við til at avgerða egnu viðgerð

Brita Bølgen, sum sjálv er fyrrverandi brúkari, er í dag leiðari fyri Brukerrådet í Klinikk for psykisk helse og avhengighet á Oslo universitetssjúkrahúsi. Hon greiddi frá arbeiðinum á Mortensrud, sum er ein opin deild fyri fólk við rúsmisnýtslu og sálarligum trupulleikum, har tey hava skipað eitt viðgerðartilboð uttan heilivág. Fyri nógv er hetta óhugsandi, men tað ber til, og á deildini har hon arbeiðir, hava tey stak góðar royndir við hesum. Aðalhugsanin við viðgerðartilboðnum er, at tey innløgdu sjálvi, í mest møguliga mun, avgerða, hvørja viðgerð tey skulu hava. Eisini verður dentur lagdur á, at hava avvarðandi við í viðgerðini, og, at veita teimum avvarðandi ta hjálp tey hava brúk fyri, so tey kunnu hjálpa sínum. Sum Brita greiðir frá, so liva menniskju í flokki, vit gerðast soleiðis eisini sjúk í flokki, eins og vit gerðast frísk í flokki; “vit ynskja at svimja saman, ikki at drukna saman”, sigur hon.

 

Fyribyrging av harðskapsstøðum við venjing

At enda hoyrdu vit Tor Egil Holtskog og Kjell Kjærvik, sum báðir eru heilsurøktarar á Regional sikkerhetsavdeling, greiða frá, hvussu tey venja harðskapsstøður við starvsfólkunum á deildini. Teir innleiddu fyrilesturin við at greiða frá, hvat harðskapur í grundini er; hvussu vit bólka harðskap. Har ímillum nevndu teir, at digitalur harðskapur er eitt nýtt slag av harðskapi. Á deilidini hjá Kjell og Tor Egil eru tey 6 starvsfólk til hvørji 8 innløgd, og eisini hjá teimum verður stórur dentur lagdur á kontinuitet og tað, at tað eru nóg nógv starvsfólk á deildini, tí tað er dokumenterað, at tað er, tá starvsfólk er einsamalt saman við brúkara, at harðskapur fer fram. Einfalt sett upp, so er tað ein tilgongd frá ótta hjá sjúklinginum, ið byggir seg upp til frustratión, sum at enda kemur til sjóndar við harðskapi. Men eru tað nóg mikið av starvsfólkum á deildini, og ikki ov stór útskifting, so fáa tey eygleitt tilgongdina, og steðgað henni, áðrenn ólukkan hendir. Harumframt hava tey á Regional sikkerhetsavdeling, eitt væl skipað undirvísingartoymi, har leiðslan fríkeypir tíð til venjing í ein tíma, hvørja viku. Tey ásanna, at tað er mátin, ið vit handfara støður, sum sjúklingurin reagerar upp á, og ikki mátin okkara fysiski formur er. Á deildini starvast tilsamans 140 fólk, sum skiftast um at venja harðskapsstøður í bólkum, soleiðis, at øll koma til venjing uml 7 – 8 ferðir um árið. Alt verður væl dokumenterað, so fylgt verður við, nær, hvør hevur verið til venjing og hvat hevur verið vant. Ein partur av venjingin er, at starvsfólk finna útav, hvør teirra avbjóðing er í eini møguligari harðskapsstøðu, og síðani at venja tað.