Pallborðsfundur um demensvinarligt samfelag

Pilotverkætlanin “Demensvinarligt samfelag”, sum Demensklinikkin og Heimatænastan í Vágum hava samstarvað um, er nú liðug og verður løgd alment fram í Østrøm 19. august 2019.

Grundað á, at løgtingsval verður síðst í august 2019, er tað eitt gott høvi at fáa demensøkið á breddan, og tí skipar Alzheimerfelagið fyri pallborðsfundi aftaná framløgurnar.

Tiltakið er alment.

Tað er Alzheimerfelagið, ið saman við Demensklinikkini og Heimatænastuni í Vágum skipar fyri tiltakinum.