Nýggjur fundur ásettur

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum fer í morgin á fund við umboð fyri Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Samráðingarfundurin er ásettur at vera seinnapartin og hjá okkum er ætlanin greið. Vit ætla at fundast til komið er á mál.

Seinastu dagarnar hevur samskifti verið partanna millum, har báðir partar hava orðað síni uppskot, ið verða grundarlagið undir samráðingunum í morgin.