Nýggj semja undirskrivað


Heilsurøktarafelagið hevur í dag skrivað undir semju við Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur í eina tíð samskift við Kommunala arbeiðsgevarafelagið um nýggjan sáttmála.

Eftir nakrar drúgvar fundir hava vit í dag skrivað undir eina trý-ára semju, ið líkist heilt nógv teimum nýggjastu semjunum hjá KAF.

Tann 1. okt. 2019 hækka lønirnar 2,56%
Tann 1. jan. 2021 hækka lønirnar 2,05%
Tann 1. okt. 2021 hækka lønirnar 1,25%

Broytingar eru gjørdar í skalagongdini, sum millum annað hava við sær, at sjúkrahjálparar koma upp á 24. lønarstig 1. oktobur 2021.

Viðbøturnar fyri bólkaleiðarar og praktikkvegleiðarar hækka eisini nakað frá 1. januar 2021.

Lesið semjuna her