Nordisk Treff 2014 - ráðstevna og fundur í Risskov

Risskov í Århus var vertur fyri Nordisk Treff í ár. Nordisk Treff er norðurlendskt psykiatriskt samstarv, sum skipar fyri ráðstevnu triðja hvørt ár. Limir og nevndarlimir í Heilsurøktarafelagnum vóru á ráðstevnu og fundi í Risskov í Århus frá 12. – 16. juni í ár. Ferðalagið til ráðstevnuna taldi 16; 13 limir og tríggir nevndarlimir.

Ráðstevnan var í auditoriinum á psykiatriska sjúkrahúsinum í Risskov. Uppleggini frá ráðstevnuni eru send okkum og kunnu lesast við at trýsta á yvirskriftina.

Upplegg um psykiatriina í region Midtjylland
Per Jørgensen, lægefaglig direktør

Unge med skizoferni OPUS (eind undir deild P á AUH Risskov)
Vigtighed af tidlig intervention
Charlotte Emborg – Overlæge Rissov

KISS (kooridineret, intensiv, teambaseret behandling af selvskadende og suicidale patienter)
Hanne Holm afdelingssygeplejerske

Patientstyrede indlæggelser Forskningsprojekt i psykiatrien
Trine Ellegaard Sygeplejerske

Det nye univerisitetshospital
Jesper Priskorn & Jørgen Nyegaar, ordførere

Seinna dagin høvdu limalondini eitt upplegg um støðuna í psykiatriini í teirra egna landi.

Jesper Priskorn & Jørgen Nygaard frá Danmark høvdu upplegg um tað nýggja SUPER-
sjúkrahúsið, sum skal byggjast í región mittjylland.

Norra hevði tvey upplegg. Svein Johansen tosaði um Miljøterapi - tidlig psykosebehandling, har tey brúka nógv GAF og Gunderson amboðini. Uppleggið kann lesast her: Miljøterapi “tidlig psykosebehandling”

Bjørn Wolstad Knudsen hevði eitt stutt upplegg um nýggja Central-sjúkrahúsið, sum skal byggjast í Olso. Øll somatikk og psykiatri skal liggja á einum umráði uppá 6-800.000 kvadratmetur og fer at kosta uml. 42.000.000.000 kr. Fakfeløgini og sjúkrahússtarvsfólk hava roynt at mæla frá hesi ætlan, men politikararnir vilja ikki lurta og hava so sett hetta byggjaríið í verk.

Sjúrður Norðbúð frá Føroyum tosaði um at starvsfólk, sum arbeiða á psykiatriska økinum,eru útsett fyri harskapi, niðurgerðing og stress. Nógvu skiftivaktirnar afturat gera, at fólk kunnu blíva sjúk av sálarligum stressi og somatiskum sjúkum sum tildømis ov høgum blóðtrýsti, hjartatrupulleikum og yvirvekt. Summi hava ein ósunnan livihátt og eru tí meiri útsett at fáa krabbamein ella diabetis.

Sjúrður tosaði eisini um trygdina í psykiatriini. Sparingar og umleggingar hava verið seinnu árini. Á stongdari deild har tað altíð vóru minst tveir mans á vakt, eru nú slett ongir viðhvørt.
Nógvir mans eru farnir ella fluttir eftir egnum ynski, tí tað er blivið so strævi at arbeiða har.
Avleiðingin er, at politiið oftari er inni á deildini at fáa tamarhald á støðum sum uppstanda, tá ið fólk eru psykotisk og reagera hareftir.

Seinnapartin var “Orðførarafundur” har tveir orðførarar úr hvørjum landi eru við. Øll hini fóru á psykiatrisk-museum, sum liggur á psykiatriska sjúkrahúsinum Risskov. Tey søgdu, at tað var sera áhugavert og gevandi at síggja og hoyra psykiatrisku søguna í Risskov.