Nítjan heilsurøktarar fingið prógv

Hósdagin 25. januar fingu 19 heilsurøktaranæmingar handað prógv á Heilsuskúla Føroya. Høllin í Skúladeplinum var karmur um prógvhandanina, har røður vórðu hildnar og sangir sungnir, eins og siður er.

Umboð fyri nevndina í Heilsurøktarafelagnum vóru við til hátíðarhaldið og bóru fram røðu til nýggju heilsurøktararnar.

Vit fegnast um, at tað legst afturat við kvalifiseraðum heilsustarvsfólki til at starvast í eldrarøktini, heilsuverkinum og psykiatriini.

Hjartaliga til lukku og góðan byr!

Ovast frá vinstru: Mirjam H. Johansen, Strendur, Rósa Maria Hammer, Tórshavn, Sólvá í Válgaravík, Vestmanna, Helga Guttesen, Bøur, Marianne Berg Hammer, Tórshavn, Malfrid M. Lamhauge, Porkeri, Una S. Willumsen, Tórshavn, Irena D. Holm, Vágur, Hanna Mørkøre, Leirvík, Herfríð Niclasen, Norðoyri og Guðrið Hentze, Tórshavn.

Niðast frá vinstru: Noomi Thomsen, Strendur, Jóna Lyngvej, Tórshavn, Dinna T. Jacobsen, Fuglafjørður, Annika E. Breiðaskarð, Fuglafjørður, Katja G. Vilhelmsen, Hoyvík, Erna T. Sigurðsson, Klaksvík, Halla Kartinsdóttir, Kvívík og Helena Hammer, Tórshavn