Nevndin skipað seg

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur skipað seg eftir aðalfundin sum var 23. apríl. 

Bingerð H. Fosságil er forkvinna og Linda A. Jacobsen heldur fram sum næstforkvinna. Nevndarlimir eru  Malan Hansen, Elisabeth E. Eliasen og Elsebeth Samuelsen, og Ella N. Heinesen og Annika B. Eliasen eru tiltakslimir.

Sáttmálin hjá Heilsurøktarafelagnum við KAF og Fíggjarmálaráðið gongur út 1. okt. í ár, so tað verða sáttmálasamráðingar, ið fara at mynda stóran part av arbeiðinum hjá nýggju nevndini komandi tíðina. 

Nú inflasjónin aftur hækkar, og brúkaraprístalið er vaksið við 4,4% frá fyrsta ársfjórðingi í 2021 til fyrsta ársfjórðing í 2022 er fíggjarstøðan hjá teimum lægst løntu rættiliga nógv broytt síðan verandi sáttmáli kom í gildi, so her er ein vaksandi skeivleiki, ið skal rættast. 

Nevndin er farin undir at fyrireika seg til samráðingarnar í heyst.