Nevndin í Heilsurøktarafelagnum skipað seg

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur nú skipað seg. Í nevndini eru Majbritt Mohr, forkvinna, Sjúrður Norðbúð, næstformaður, Gunvør Sigurðsson, Jóhanna Henriksen og Rakul í Gerðinum, nevndarlimir.

Nevndin er m.a. farin at fyrireika seg til Fólkafundin 18. og 19. septembur, har Heilsurøktarafelagið skal hava bás og panelfund. Undirvísing fyri limirnar verður í oktobur og álitisfólkaskeið í novembur. Heilsurøktarafelagið fer støðugt at varpa ljós á fakið, allastaðni har heilsurøktarar starvast í føroyska samfelagnum.

Síðan eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar 1. januar 2015, hevur Heilsurøktarafelagið verið á fundi við fleiri kommunur. Heilsurøktarafelagið hevur borið síni sjónarmið fram um ymisk viðurskifti, og vit hava greitt frá, hvussu vit meina, at kommunurnar kunnu gagnnýta førleikarnar hjá heilsurøktarum. Kommunurnar hava kunnað okkum um teirra ætlanir á eldraøkinum. Fundirnir hava verið positivir, og okkara fatan er, at flestu kommunurnar ynskja at arbeiða fyri betraðum viðurskiftum t.d. í sambandi við arbeiðstíð, soleiðis at kvinnur í heilsu- og umsorganarstørvum kunnu fáa eina fulltíðarløn.

Heilsurøktarar starvast á øllum eldraøkinum. Tó eru summi øki, t.d. útiøkið í heimatænastuni, har sera fáir heilsurøktarar starvast, hóast teirra útbúgving er sum skraddaraseymað til økið. Vónandi verður hetta broytt, nú fleiri kommunur hava fingið betri innlit í fakligu førleikarnar hjá heilsurøktarum. Ætlanin er, at hesir fundirnir við kommunurnar eru avgreiddir í seinasta lagi í oktobur mánað.

Sáttmálarnir við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eru uppsagdir at fara úr gildi 1. oktobur 2015.

Sáttmálasamráðingar standa sostatt fyri framman og fyrireikingarnar eru byrjaðar