Nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur skipað seg

Á nevndarfundi 2. mai, skipaði nýggja nevndin í Heilsurøktarafelagnum seg. Rakul í Gerðinum varð á aðalfundinum 17. apríl afturvald til forkvinnu felagsins, og nevndin hevur nú valt Bingerð Hjalmarsdóttir til næstforkvinnu og Louisu Eliasen til skrivara. Hinir nevndarlimirnir eru Malan Hansen og Birna Vágslíð. Tiltakslimir eru Beinta Simonsen og Elisabeth Eið Eliasen.

Á myndini eru Malan Hansen, Bjørg Jacobsen, skrivstovufólk, Rakul í Gerðinum, Bingerð Hjalmarsdóttir, Birna Vágslíð og Louisa Eliasen.