Nevndin hevur skipað seg

Nýggja nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur nú skipað seg eftir aðalfundin, sum var hin 26. apríl í ár, tá ið nýggj forkvinna varð vald og tveir nýggir nevndarlimir vórðu valdir í felagið. Rakul í Gerðinum er forkvinna, Sjúrður Norðbúð heldur fram, sum næstformaður og hinir nevndarlimirnir eru Bingerð Hjalmarsdóttir, Gunvør Sigurðsson og Olanta H. Norðbúð.

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum fer í næstum til Íslands á EPN-ráðstevnu fyri heilsurøktarar í Evropa. EPN er stytting fyri, The European Council of Practical Nurses, sum er eitt av fakfelagssamstørvunum, Heilsurøktarafelagið er við í. Limalondini í EPN skiftast um at vera vertir fyri ráðstevnuni, sum verður hildin annað hvørt ár. Evnið á ráðstevnuni hesa ferð er sjálvboðið hjálpararbeiði á heilsu- og umsorganarøkinum.

Í samband við, at Majbritt Mohr fer frá sum forkvinna og Rakul í Gerðinum tekur við starvinum, verður skipað fyri móttøku í húsum felagsins í J. Patursonar gøtu 24, hin 14. juni kl 15.00 – 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.